Hjartað er hart

Orð: Heine Lützen
Lag: Regin Guttesen

Í garðinum stríðir bønarstríð,
í einsemi, eingin hevur tíð
bert sovandi menn.
Svíkjarin kemur, gevur koss,
píndur og nelgdur til ein kross,
og tað hendir enn.

Hjartað er hart,
sinnið er fjart frá mær
tær er givin náðitíð at venda við,
hann bíðar enn,
Guds miskunn er vend mót tær,
nú er lagaliga tíð,
lagaliga tíð at venda við.

Hann kallar til samfelag við seg,
við krossin og deyðan fyri teg,
tú veitst tað so væl.
Hans kærleiki bíðar eftir tær,
rópa í neyð og tú fært svar,
tín sál verður sæl.

FavoriteLoadingGoym tekstin