Hjartað veit

Orð: Gary Coolbeth
Týtt: Eyðun Jacobsen

Tað eru løtur, trúgv tykist veik,
men hóast tað eg óttist ei.
Tað tykist mangan, sum alt meg sveik,
tó gjøgnum alt mítt hjarta veit.

Hjartað veit, Jesus elskar
og reinsar meg frá synd.
Eg veit, hann meg varar í ævir.
Og hvat so enn mær møta kann,
ei meg saka skal,
eg kenni jú mín Gud.

Fíggindin teskar mær svikaorð,
roynir at sáa ivans sáð.
Eg veit tó betur, tí í mær býr
Guds orð, við tí eg sigra má.

Mangan bylgjur bróta yvir meg,
og er torfør lívsins leið, eitt eg veit.

FavoriteLoadingGoym tekstin