Hjartans eymu streingir rørast

Orð: Abraham Grimstvedt
Týtt: Victor Danielsen

1. Hjartans eymu streingir rørast,
tá ið Jesu sløg og sár
eg í andanum kann síggja,
deyða hans og kvøl og tár,
tá ið eg hann tornakrýndan,
slignan, spottaðan kann sjá –
áh, ja, fyri meg hann bar tað,
fyri meg hann doyði tá!

Niðurlag:
Fyri meg, ja, fyri meg fleyt hans blóð,
áh, ja, fyri meg
ofraði hann seg!
Fyri meg, ja, fyri meg fleyt hans blóð,
ja, hans blóð, tað fleyt fyri meg!

2. Jesu blóð meg hevur reinsað,
sálarbót í tí eg fann,
eg úr syndini varð loystur,
tá í trúgv eg kom til hann;
eins og Ísrael hitt kvøldið
páskalambið ótu glað,
so eg gleðast kann, tí Jesus
gav seg sjálvan í mín stað.

3. So er sál mín her á foldum
frelst og sæl og frí og glað,
skjótt mín Frelsara eg síggi
har í Salems fagra stað;
áh, tá skal eg honum prísa
fyri deyð hans, sløg og sár,
meðan hann av eygum mínum
turkar burt hitt síðsta tár!

FavoriteLoadingGoym tekstin