Hóast fall, tá tað galt

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hóast fall, tá tað galt,
so er Jesus mítt alt,
Hann er nær tó at hvør vinur fór;
hóast fallin eg var,
Jesus lyfti og bar,
Hann meg reisti, – hvør náði so stór.

Niðurlag: Eingin her mær vísir náði
sum mín kæri Jesus ger,
tí eg vil í Hansar ráði
hvønn ein dag nú liva her.

2. Mitt í roynslunnar stund
ákærd skelvir mín lund,
særda sál mín má taka mangt slag;
men tá ber Hann mær troyst,
so mín sál verður loyst,
myrku nátt Hann umbroytir til dag.

3. Fyri hvørt trúarstig
fulla vissu og frið
eg nú eigi av Hansara hond.
Hansar koma er nær,
skjótt mítt eyga Hann sær,
Hann meg heintar til Himmalsins lond.

FavoriteLoadingGoym tekstin