Hóast strongd í hesum heimi, her sum Satan ger sær dælt

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Hóast strongd í hesum heimi, her sum Satan ger sær dælt,
og her syndin hevur svikað manga sál og tikið alt;
ljóðar kortini ein kallan og eitt róp um verøld vítt:
Jesus kemur og skal broyta alt og alt skal gera nýtt!

Niðurlag: Maran ata-rópið ljóðar, Maran ata – Harri kom!
Til títt troytta hjarta ljóða hesi orð so undursom.
Ver til reiðar, sí, Hann kemur aftur hvørja løtu nú,
lat teg frelsa og íklæðast Lambsins dýra brúðarskrúð.

2. Hóast fráfall, líkasælu, læruvavstur bert tú sært,
ei ein vita vil av tí, ápostlar Harrans hava lært;
er ein trá í tínum hjarta og ein longsul tær í sál,
eg vil eina lýða Orðið uttan himpr og uttan drál.

3. Hóast stríð og mótgongd fram við fagnaði eg stevna kann,
Maran ata-rópið ljóðar, skjótt í skýnum kemur Hann.
Hóast øll mær venda bakið, stevni eg við skund á mál,
eldurin, sum Guð har birti brennur líka bjart í sál.

4. Bjóðað inn til Brúdleyp verður hvørjum vegamóti á,
Sína frelsu Jesus bjóðar hvørjum tí, sum fallin lá.
Blind og hølt í skundi koma, syndarar í sálarneyð,
á, hvør frøi har skal verða, tí at Jesus frelsti tey!

5. Aldri heimsins tóma lukka, aldri heimsins fáfongd kann
ríva úr Guðs hond ta sál, sum Hann útvaldi Sær og vann.
Skjótt skal frígjørd sál mín standa fyri Lambsins Trónu sæl,
prísandi Guðs Lambi: Tú mín Guð, ja, alt Tú gjørdi væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin