Hodja úr Pjort

Orð og lag: Sebastian
Týtt: Pauli Nielsen

Hodja úr Pjort, Hodja úr Pjort
Hann flýgur longri og fjarari burt
á síni leitandi, flúgvandi ferð
Hodja er ikki her
fyrr enn hann veit, hvussu allur heimur er

Faza úr Pjort, Faza úr Pjort
Gav honum teppi, sum flutti hann burt
Suður um landið og norður um fjørð
Hodja í huga rør
Trúgvin kann flyta teg hátt frá hesu jørð

Eystur um sólarris, vestur um mánan
sjeymílamaður skal bera teg eystur um sólarris, vestur um mánan.

Hodja gev ans, Hodja gev ans
Tað besta hjá tær girnast sultanur lands
Heysarnir rúka, og gronin er súr
Rotturnar trívast framúr
Stjala títt teppi og seta teg í búr

Oysa sítt gor, niður og norð
Einki teim hjálpir øll loynilig orð
Flogteppið lá, har sum tað longu lá
Tey fingu frammaná
Hodja man vera tann einasti, sum má

So Hodja fekk frið, Hodja fekk grið
Rópti á teppið og fleyg beint framvið
Sultanurin datt, beint á sín afturpart
Og so fekk hann tað lært
Eingin skal stjala sær barnsins hugafart

Eystur um sólarris, vestur um mánan
Sjeymílamaður skal bera teg eystur um sólarris, vestur um mánan

Hodja úr Pjort, Hodja úr Pjort
hann flýgur longri og longuri burt
á síni leitandi, flúgvandi ferð
Hodja er ikki her
Fyrr enn hann veit hvussu allur heimur er

FavoriteLoadingGoym tekstin