Høm-høm

Jákup Veyhe
Orð og lag: Jákup Veyhe

Hon dandar fram á dansigólvið
– eg síggi hon vil hava meg
og eyguni, hon sendir, hava longu latið meg úr og lagt meg í song
– í sooong
eg spæli við og geri mína skyldu, ja, eg lati hana taka um mítt lær
tí hetta er ein genta, sum vil hava ein drong – ja, ein drooong

Hon sigur kom heim heim heim
heim at gøra høm høm høm
heim í song at gera høm

Hon vil nerta og erta og tøla og føla og nálga og fjálga
øsa meg pøsa meg

Men eg vil ganga frítt,
ja, eg vil sleppa undan havnagentum
sum altíð skulu nálga og føla og noyða meg heim at gera
høømm
– at gera høøøm
Eg biði hana vinarliga flyta sína hond,
sum er á skeivum stað,
hon hevur sett sær fyri, at hon vil heim at gera hømm
– hon vil geeerra høm

Hon sigur kom heim heim heim
heim at gøra høm høm høm
heim í song at gera høm

Hon vil nerta og erta og tøla og føla og nálga og fjálga
øsa meg pøsa meg

Tá vit koma út úr klubba í ein bil
hon skræðir mína skjúrtu av
og síðan mínar buksur, men eg standi ímóti – oohh ja, eg standi
tað hon ætlar, var nú ikki gamalt
í Søldarfirði, ohh mær leingist heim á bygd
til hjall og tjøldur og til lítla fitta Snar
– ja, fitti Snar, hvar ert tú?

Hon sigur kom heim heim heim
heim at gøra høm høm høm
heim í song at gera høm

Eg eri ikki ordiliga við upp á tað
Men hon sigur kom heim heim heim
heim at gera høm høm høm
heim í song at gera høm

FavoriteLoadingGoym tekstin