Hon er omma mín

Orð og lag: Steintór Rasmussen
Íslendsk týðing

Ommur siga søgur og bjóða børnum bomm
mín hon snakkar mest um Harley Davidson.
Á síni motorsúkklu buldrar hon framvið
og børnini tey siga hon er onki ommulig,
:,:Men hon er omma mín:,:

Gamlir menn teir tosa um útróður og jørð
abbi mín keypti sær trummusett í fjør.
Eisini ein guitar han smíða vil eitt hitt,
og børnini tey siga tað er onki abbaligt.
:,:Men hann er abbi mín:,:

Mammur vaska klæðir og baka onkuntíð
tá vit sparka fótbólt mamma vil uppí.
Hon rópar og hon skumpar er nokkso ógvuslig,
og børnini tey siga hon er onki mammulig.
:,:Men hon er mamma mín:,:

Nógvir pápar fiska, pápi byggir um
kjallarin skal verða eitt akvarium.
Gongur millum krabbar fluguskáp og blikk,
og børnini tey siga tað er onki pápaligt.
:,:Men hann er pápi mín:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin