Hon stóð við gluggan

Holgar Jacobsen
Orð og lag: Holgar Jacobsen

Hon stóð við gluggan troytt og hugdi út
tey dimmu skyggj har spegla sorg og sút
tað lív hon fann ei glitursdansur var,
og tá eg hugdi sá eg at hon græt.

Og ár skjótt renna hugaheimi í
tá ungir dreymar lita vakran leik
á alheimsferð lá opin lívsins leið,
men hugdi eg fall tárið enn á kinn.

À sandinum mangt dyrbart minni fjalt
har brotasjógvar skola yvir alt
er verðuleikin kanska goymdur har,
man tárið falla? Er tað kanska nær.

Við kirkjugarðsins hvíta fjálga lið
har troyttar lagnur finna sálarfrið
har farnir vinir sova sælan blund,
ein dag vit aftur seta teimum fund.

FavoriteLoadingGoym tekstin