Hond í hond við Jesus

Orð og lag: Johnson Oatman, L.D. Huffstutler
Týtt og yrkt 3. ørindi: Árni Jacobsen

Mína synd og syndabann
Kristus tók og stríðið vann.
Tryggur nú eg ganga kann
hond í hond við Jesus.


Hond í hond hvønn lívsins dag,
hond í hond í ferðalag.
Sál mín frí kann ganga glað
hond í hond við Jesus.


Tá ið her er farin tíð,
sálin er um ævir frí,
ganga skal eg Himli í
hond í hond við Jesus.


Sál, sum gongur syndaleið,
Jesus vel – sig ikki nei,
gakk so glað títt lívsins skeið
hond í hond við Jesus.


Hond í hond hvønn lívsins dag,
hond í hond í ferðalag.
Tá tín sál skal ganga glað
hond í hond við Jesus.

FavoriteLoadingGoym tekstin