Hosianna, hosianna, hosianna í tí hægsta

Orð: Carl Tuttle
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Hosanna, Hosanna, Hosannna to the King of Kings

1. :,: Hosianna, hosianna, hosianna í tí hægsta! :,:
Verdur heiður tú ert,
áh, Harri, tú bert;
prís tær veri, áh, Harri Krist,
hosianna í tí hægsta.

2. :,: Dýrdin, æran veri Kongi konga, tær! :,:
Navn títt vilja vit nú
upp lyfta, so tú
kanst heiðurin allan fá,
hosianna í tí hægsta!

FavoriteLoadingGoym tekstin