Høsnamaðurin og hvalrossið

Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Høsnamaðurin og Hvalrossið sita og sóla sær í bønum
Teir sita og hugsa um teir góðu dagarnar í tøðnum.
Sólin skínur á teir, meðan blómurnar hyggja at.
Teir eru vekk frá øllum og eta erotiskan mat.

Teir skiftast um at koyra mat í munnin hjá hvørjum øðrum
Teir skiftast um at kína hárið hjá hvørjum øðrum.

Høsnamaðurin hevur føðingardag í dag
Hann hevur fingið einar skóleistar, einar hosur og eitt pornoblað.
So nú er hann farin afturum ein stein at lesa tað.
Men Hvalrossið fer at lúra fyri síggja tað, sum hann aldrin hevur sæð.

Hann argar Høsnamannin. Hann blakar blómur eftir honum.
Hann sigur sovornið ljóð, sum man hoyrir í songini úti í eini skóg.

Men tá sólin er farin niður, og skógvarnir eru blivnir vátir
So hugsa teir báðir teir sama, teir fara heim í gongina at spæla.
Men tá skógvarnir eru blivnir vátir, og sólin er farin niður
So hugsa teir báðir teir sama, teir fara heim í songina at spæla.

FavoriteLoadingGoym tekstin