Hósvíksvalsurin

Her liggur hon, bygdin føgur
Sum vermir hjarta at sjá;
Her bylgjan við strendur kvøður,
Og tagnar so sandinum á.

Og fólkið elskar teg nú sum fyrr
Tú tók oss øll í tín mjúka favn.
Tað gleðir okkum at eiga teg.
Og HÓSVÍK, tað er títt navn.

Í vakrari vík tú liggur
– sum partur av sundalag,
og um tú í Sundið hyggur
tú sært ikki vakrari stað.

Her Árnadalstindur stendur
– so høgur og reystur hann er,
hann stoltleika okkum sendir,
sum búgva og búðleikast her.

Her áir og fossar duna,
í Toftum og Garðsenda ein,
um bygdina teir jú hugna
við megi teir falla í stein.

Og Rishellu her vit hava
-á sumri so vøkur at sjá.
Á vetri er klødd við kava
-og steinum í skiftandi lag.

Og staðið, sum sagt er frá her,
tað goymir mant húski og heim.
Og fyri tað fólk, sum býr her
Ert tú ein perla so rein.

Og fólkið elskar teg nú sum fyrr
Tú tók oss øll í tín mjúka favn.
Tað gleðir okkum at eiga teg,
Og HÓSVÍK, tað er títt navn.

FavoriteLoadingGoym tekstin