Hovssangurin

Orð: Finnbjørn Hovsgarð
Lag: Andras Danielsen

1. Í forðum skútur stevndu fjørðin inn,
har høvdingar og reystmenni so stinn,
teir vildu finna sær eitt fagurt heim,
teir valdu teg, tú vakrast var av teim.

2. Í oyggjum fyrst tú frælsismerki bar,
teir bygdu borg og høgan verndargarð,
teir reistu Hov, og fluttu fedra sið
á munni tignarmál og svørð við lið.

3. Tá fyrsta glæman morgunløtu á,
seg breiðir yvir dal og kvirru vág,
mín hugsjón nemur, og eg skilji hví
teir funnu fram til tín í fornu tíð.

4. Síggj Leivsgarðin á Brúgv og Oman Lon
fríð bygdin er, so føgur og so von,
alt eigur tú, og tey tú hevur kær,
ein blómulund, sum hvør man ynskja sær.

5. Um nornan stranga spældi strangir hátt,
tú átti menn, sum fullu ei í fátt,
men hildu á og mentust aftur við,
um sorgin tunga nívdi hart á lið.

6. Og kvinna tú, sum aldist her á stað
við tár á kinn og til tín gud tú bað:
lat aftur teir á fjørðin stevna inn,
tá dagligt breyð á borðdiskin tú finn.

7. Hin ungi alvi, sum her býr hjá tær,
við strendur lærir seg at stýra far,
hann byggir teg, tá komin mansins ár,
og trínur lætt í sporum fedra vár.

8. Á varðhald vestan Borgarknappur enn
ber frælsiskrúnu, sum tá fornir menn
hann sóðu og eg síggji enn tað mynd,
væl livir treyst, her enn ein frælsislynd.

9. Tá kvøldarroðin litar mannaskarð,
nú aftanar dagur, hvíldarstund er nær,
tá legg meg niður, síðstu løtu sov,
tað verður hjá tær, fagra Hovgríms Hov.

FavoriteLoadingGoym tekstin