Hoyberingardagur II

Símun av Skarði
Orð: Símun av Skarði
Lag: Vísulag (Stígum sterkir)

1. Komið, børn, og berið hoyggj!
Her nýtist bæði sveinur og moyggj!
Síðsti klúkur fór í sátu ígjár,
nú er liðugt at hoyggja í ár.

Fuglar syngja í líðum.

2. Systir ger okkum morgunmat,
gevur okkum kjøt upp í stórafat
og mjólk at drekka omaná
aldri kunna vit betri fá.

3. Vit dreingir fara allir í senn
at binda byrðar sum aðrir menn;
tí vit eru sterkir allir samlir,
hóast vit ikki eru rætt gamlir.

4. Tit gentur, takið leyp á nakka,
so kunna tit aftan á okkum fjakka.
Tit skulu raka hvønn sátustað,
tí ógvuliga nógv er at gera í dag.

Fuglar syngja í líðum.

FavoriteLoadingGoym tekstin