Hoyberingardagur III

Símun av Skarði
Orð: Símun av Skarði
Lag: Vísulag (Tað lýsir um fløtur)

1. Og hygg nú í garðin,
har eru tey farin
at gera des.
Har eru øll somul,
bæði ung og gomul,
av nøv og nes’.
Við skemtan har arbeiðið gongur skjótt.
Er eingin látur? – Tú mátti bøtt!

2. Hvør skal nú kjala?
Ei um at tala,
vit hava víst
tveir dreingir so reystar –
teir giftast til heystar –
teir kjalaðu síðst.
So ernir teir daga mót himli hátt.
– Men dagurin líður, brátt verður nátt.

3. Og hoyggj er at bera
og bendlar at gera –
loys henda knút.
Gakk tú og snara,
og “gamla” kann fara
at geva út.
So gongur tað alt við rúkandi ferð;
brátt kunnu vit siga, at liðugt er.

4. Og nú eru svangir
væl allir smádreingir
og gentur við.
Við blíðmæltum orðum
tey bjóðast at borðum
øll lið um lið
har heima í stovu í góðum lag,
tí desasneið hava vit í dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin