Hoyr, áh, syndari, hoyr, hvat Harrin bjóðar

Orð: Alfred Samuelsen
Lag: Frederick M. Lehman

1. Hoyr, áh, syndari, hoyr, hvat Harrin bjóðar:
Fyri einki hann teg frelsa vil í dag!
Hoyr nú, meðan hitt glaða boðið ljóðar!
Tað kann vera, tú ei aftur hoyrir tað.

Niðurlag:
Kom tí, vinur, og hoyr, hvat Jesus sigur:
Hann teg elskar og teg frelsa vil í dag!
Áh, hvør náði stór tað er,
til sín bróður hann teg ger,
kom, áh, kom, og aldri skalt tú angra tað!

2. Jesus Kristus er deyður og upp staðin,
ikki betran, ikki gerðir krevur hann;
alt varð fullgjørt á krossinum hin dagin,
tá ið sigur yvir syndini hann vann.

3. Hygg á Jesus, sum fyri okkum doyði!
Hvør, sum trýr á hann, eitt ævigt lív skal fá;
inn í hjartað, sum fyrr var tómt og oyðið,
kemur friður, sum ei endi verður á.

4. Enn í dag náðihurðin opin stendur,
men í morgin tá alt umskift vera kann;
kanst tú vraka tær naglamerktu hendur?
Tak mót Jesusi og trúgv nú, trúgv á hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin