Hoyr andans rødd, sum talar tær til oyra

1. Hoyr andans rødd, sum talar tær til oyra,
sum havsins dunan veldilig at hoyra,
hvít skyggja brot um alla tína leið.
Í broddi bátur tín er illa farin,
og boðar bróta, tú mást vera varin –
tó óttast ei.

2. Tí enn sum áður ræður happi Kristur,
hann verði viti – seinastur og fyrstur, –
hann byggir fyri broti tryggan garð,
so tú, sum kring í villum havi slongdist,
og tú, sum svárt av neyð og myrkri trongdist,
skalt bjargast har.

3. Hoyr andans rødd, lat Harrans hond teg leiða,
so hann í øllum allan teg kann eiga.
Sjá, ónd er verðin, og tær tørvar styrk – ,
tín megi er sum hálmastrá í vindi,
tá ivin hevur vald á tínum lyndi,
og nátt er myrk.

4. Hoyr andans rødd, tá tínar borgir falla –
tí tá er gott at hoyra Harran kalla,
at ganga leið, sum upp um heimin ber,
og eiga vist í borg á Sions fjalli –
um lívsins dagur komin er at halli.
Tó dagur er.

Hans Andrias Djurhuus

FavoriteLoadingGoym tekstin