Hoyr, ein rødd av Himli sigur

Orð: Albert B. Simpson
Lag: Elieser Poulsen
Týtt: Jákup Olsen

1. Hoyr, ein rødd av Himli sigur:
Fullgjørt er!
Trúgv tí, tú, sum tyngist niður:
Fullgjørt er!

Niðurlag:
Hoyr hitt boð frá trónuni,
trúgv tí nú, tú ivandi,
Harrin talar: Fullgjørt er!
Trúgvin svarar: Fullgjørt er!
Bið ei longur, prís fram ber!
Lovið Gudi – fullgjørt er!

2. Hoyr, á krossi Jesus segði:
Fullgjørt er!
Trúgv nú á hans blóð og deyða!
Fullgjørt er!

3. Jesus teg kann reinan tváa,
fullgjørt er!
Fulla frelsu skalt tú fáa,
fullgjørt er!

4. Harrin Jesus kann ei lúgva,
fullgjørt er!
Ikki føla, eina trúgva,
fullgjørt er!

5. Trúgv, ið hvussu alt sær vendir!
Fullgjørt er!
Lít á orðið, sum tað stendur:
Fullgjørt er!

6. Hetta leiðin er til lívið:
Fullgjørt er!
Lívsleið tín, áh, sál, hon blívi:
Fullgjørt er!

FavoriteLoadingGoym tekstin