Hoyr, eitt róp nú ljóðar yvir høv og lond

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hoyr, eitt róp nú ljóðar yvir høv og lond,
kallar upp til stríð og kamp Guðs fólk!
Leidd tey verða av Guðs sterku veldishond,
rópa Jesu Navnið út!

Niðurlag: Jesus, Jesus, framá við Hans sigursríku hond,
sigur, sigur eiga vit í Jesu Navn!

2. Sigur eigur tú hvønn dag í Jesu Navn’,
tala um Hans undurfulla Navn!
Sigur til tey falnu Jesus geva kann,
taka tey inn í Sín favn.

3. Møtir tú bert mótgongd og er hart títt stríð,
sigurin er tín í Jesu Navn’;
fíggindanum møta vit við Orði Guðs,
syngja um Guðs stóra Navn.

4. Kom til Jesus, ja, nú í Hans her stíg inn,
stríð hitt góða stríð við okkum her;
syngjandi við fólki Guðs til Himmalin,
leiðin hagar Jesus er!

FavoriteLoadingGoym tekstin