Hoyr hitt glaða frelsuboð

Lag: George F. Root, George F. Root
Týtt: Victor Danielsen

1. Hoyr hitt glaða frelsuboð!
Harrin talar, býður so:
Evangelium nú hvørji sál fram ber!
Ber tað fram til kvinnu, mann,
sig við hvønn, hann frelsast kann,
fyri okkum offurlambið dripið er!

Niðurlag:
Kom, kom! Jesus vil teg frelsa,
fyri teg jú doyði hann;
svara nú Guds kalli ja,
frelsan er tær nær í dag,
legg teg í hans favn, sum eina frelsa kann!

2. Vit sum Kristi sendiboð
biðja teg frá Gudi so:
Kom, forlík er gjørt og syndin burtur nú!
Kom nú trygt í Jesu navn
í Guds opna faðirfavn,
hygg, øll skuldin rindað er, og fríur tú!

3. Nú hann kemur aftur skjótt,
hetta er hitt hopið søtt,
sum tey eiga, øll, ið kenna, elska hann;
hugsa, vinur, hvussu tað
fer at verða henda dag
fyri tann, sum ikki frið hjá honum fann!

FavoriteLoadingGoym tekstin