Hoyr, hoyr, mín sál

Orð: Frederick W. Faber
Lag: Henry T. Smart
Týtt: Victor Danielsen

1. Hoyr, hoyr, mín sál!
Hoyr, søtur einglasongur
vítt yvir lond og strendur havsins fer;
og til hvørt hjarta boðið dýra gongur
um lívið nýtt, har synd ei longur er!

Niðurlag:
Ferðamenn troyttir, hoyrið hin song.
Morgun hann boðar, um náttin enn er long.

2. Fram halda vit, tí enn vit songin hoyra:
Kom, troytta sál, tí Jesus býður tær!
Og gjøgnum nátt so lívsælt fangar oyrað
hitt einglaspæl úr Himlaheimi har.

3. Langt burtur, eins og aftanklokkur ringja,
hoyra vit Jesu rødd um hav og lond;
her ganga sálir, synd og sorg tær tyngja –
hirði, áh, leið tær heim við tíni Ond!

4. Syngið tí, einglar, trúfast okkum minnið
um hina verð, sum ei vit hava sæð,
til horvin er tann nátt, ið tyngdi sinnið,
broytist í endaleysan, bjartan dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin