Hoyr, hvat Harrin hevur gjørt

George Frederick RootVictor Danielsen
Orð: Ókendur
Lag: George Frederick Root
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Hør, hvad under Gud har gjort

1. Hoyr, hvat Harrin hevur gjørt,
at sín Son hann okkum gav,
til ta verð, sum djúpt fortapt og fallin lá!
Hann ígjøgnum Jesu blóð
lyfti vára byrði av –
áh, tann náði, sum í Kristi er at fá!

Niðurlag: Kom, kom, kom!
Alt er til reiðar;
kom, júst so veikur, sum tú ert!
Áh, sum alt tá verður ljóst,
áh, sum lætna skal títt bróst!
Um tú kemur, áh, so sælur ert tú tá!

2. Nú er frelsudagurin,
stundin lagalig er nú,
nú Gud stendur og tær breiðir út sín favn;
rættferð, ævigt lív og frið
fyri einki nú fært tú,
nú er frelsa full at fá í Jesu navn.

3. Tí í heiminum og synd
skalt tú aldri finna frið,
bert í Jesusi tín sál kann gerast glað;
áh, so hoyr tá Harrans rødd,
nú hann kallar, og kom við,
kom og fylgst við okkum heim til Lambsins stað!

FavoriteLoadingGoym tekstin