Hoyr, Jesus, meg

1. Hoyr, Jesus, meg,
eg biði teg,
gev loyvi mær at vera
ein grein á tær,
sum altíð fær
ta náði frukt at bera!

2. Tú víntræ ert,
og greinin bert
kann góða frukt at bera,
um hon frá tær
sín lívsmátt fær,
sjálv kann hon einki gera.

3. Ja, góði Guð,
gev mær tann lut,
at ávøkst eg má bera,
ger reinan meg,
so altíð eg
á víntrænum kann vera.

H.M. Jacobsen.

FavoriteLoadingGoym tekstin