Hoyr, Kristus, kanst tú siga mær

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 21. oktober 2009.

Hoyr, Kristus, kanst tú siga mær,
hvør næsti mín man vera?
Tann spurning skriftlærdur fram bar,
seg vildi rættvísgera.
Hann helt, at væl sær visti við,
um Móselóg hann lýddi
og allar reglur, landsins sið,
og ei frá teimum flýddi.

Men Kristus honum segði frá
júst á tí sama degi
um mann, ið særdur, sligin lá
á villa manna vegi.
Men at so fremmandur á ferð
so væl mót honum gjørdi,
á asna sínum burt hann ber,
á røktarheim hann førdi.

Vit fingu tá so greitt eitt svar,
hvør næsti vár man vera:
– tað neyðstødd eru nær og fjar,
sum tungar byrðar bera
av sjúku, sorg og heimsins neyð
tey ongan góða hava,
so mong ei fáa dagligt breyð,
men molar saman skava.

Tí næsti vár er ein og hvør,
vit her á foldum náa,
ja, menniskju um alla jørð,
ið tørva hjálp at fáa.
Tí snýr seg mest, um tú og eg
vit næstar vilja vera
hjá neyðstøddum á vára veg,
og kærleiks gerning gera.

FavoriteLoadingGoym tekstin