Hoyr, Kristus, kanst tú siga mær

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 13. desember 2003.

Hoyr, Kristus, kanst tú siga mær,
hvør næsti mín man vera?
Ein lógkønur tann spurning bar,
seg vildi rættvísgera.
Um mann hann hoyrdi tá,
sum særdur, nakin lá
á heimsins villa veg,
ei kundi røra seg,
tí løstað var hans likam.

Hann hoyrdi tá um prestin tann,
sum fór framvið í skundi,
og seinni so um levittan,
ið sama gera mundi.
Men so varð sagt um mann,
ið hin hálvdeyða fann,
og olju læt og vín,
um sár varð vundið lín,
teir heim í herberg riðu.

Hin neyðstaddi har røktur varð
av ferðamansins fæi,
hann verti sínum pening bar,
til heilsan var í lagi.
Men Jesus spurdi tá
tann fariseara,
hvør næsti hans nú var,
og var tá hansar svar:
Tann miskunn honum sýndi.

Ger tú so við! svá Jesus beyð
tí lógkøna at gera.
Í heimi valdar sorg og neyð,
og næstin nær man vera,
sum tørvar hjálp at fá,
so neyðin linna má,
av hvørjum slag hon er,
tað sama okkum ger,
um bert vit várkunn veita.

Ei batar presti, levitta
og okkum at umbera,
tí næsta tørvar hjálp at fá,
ið hvar hann enn kann vera.
Verj oss á lívsins leið,
Gud, at vit villast ei,
unn oss, tá stríð er strítt,
at skoða ríki títt,
tá lív várt her er lokið.

FavoriteLoadingGoym tekstin