Hoyr, náðiboðið ljóðar

Orð og lag: Samuel Wesley Martin
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: The gospel bells

1. Hoyr, náðiboðið ljóðar
yvir alla jørðina!
Tað er Harrin, sum inn bjóðar,
gjøgnum orðsins sannleika:
Gud heimin elskaði,
so hann Sonin sendi her,
at hvør tann, sum á hann lítur,
ævigt fríur, frelstur er!

Niðurlag: Glaða boð! Syngið tað
eystur, vestur, suður, norð!
Glaða boð! Hvørt eitt stað
hoyri dýru friðarorð!

2. Hoyr, náðiboðið býður
til Guds stóru gleðifest,
og hitt orð, sum aldri lýgur,
býður tær í dag til gest!
Kom, et hitt lívsins breyð,
drekk av lívsins kláru flóð,
og tín synd, tó reyð sum purpur,
verður hvít við Lambsins blóð!

3. Hoyr, náðiboðið varar
hvørja sál, sum hoyrir tað,
og tað rópar til teir skarar,
sum nú drála dag um dag:
Úr vanda flýggja burt,
stegða ei á slættanum,
hygg ei heldur aftur um teg,
bjarga eina lívinum!

4. Tað boðar lív og gleði,
sum tað hoyrist fjart og nær,
boðar sálunum av degi,
sendir vón, har vónleyst var,
hitt orð um Jesu navn
og hin frið, við krossin er,
um tað blóð, sum eina frelsir,
um tað lív, í trúnni er.

FavoriteLoadingGoym tekstin