Hoyr nú kirkjuklokkan kallar

Orð: Anders Hovden
Týtt: Edm. í Garði

1. Hoyr nú kirkjuklokkan kallar
hátt til halgan náðifund!
Ung og gomul, sálir allar,
savnar hon til stilla stund!
Systkin, lat oss boðum fylgja,
um enn forðar bjørg og bylgja,
lat oss ganga kirkjuveg
fegin, bæði tú og eg.

2. Fedrarnir her hava funnið
hjartafrið og sálarbót,
lívsins kelda hevur runnið
lívgandi um hjartarót.
Tornið høgt mót himni peikar,
har á himmalstiga leikar
einglafjøldin til og frá
millum jørð og himin blá.

3. Hoyr nú kirkjuklokkan kallar,
hvíludagsins halga ljóð!
Kámast burtur sorgir allar,
sálin verður frísk og fró.
Alt eg gloymi, sum vil møða,
Jesus vil mítt hjarta grøða,
við hans barm, mín trygdarstað,
gerst mín sál so sterk og glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin