Hoyr, syndari, meðan Gud enn man teg kalla

Orð: Herbert C. Anstey
Lag 1: Philip P. Bliss
Lag 2: Walisiskt
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: The harvest is passing

1. Hoyr, syndari, meðan Gud enn man teg kalla
og náðiboð saman við ávaring ber!
Hoyr, hoyr hann, at dómur ei á teg skal falla!
Tí heystið, tað líður, og summarið fer.

Niðurlag: Ja, heystið, tað líður, og summarið fer,
ja, heystið, tað líður, og summarið fer!

2. Hvør mangan hann minti teg greitt um tín vanda,
hvør mangan í kærleika drigin tú er!
Skjótt, skjótt! Lat hann longur ei óhoyrdan standa!
Tí heystið, tað líður, og summarið fer.

3. Óhoyrdur og vanvirdur fer hann tá frá tær –
hvør angist og ræðsla í bróst títt tá sker!
Kom, kom tí í dag, meðan enn hann er hjá tær!
Tí heystið, tað líður, og summarið fer.

4. Nú skjótt skal mót ævigu náttini skýma,
og hitta skal Gud sínar fíggindar her;
nú, syndari, nú! Slepp tær undan tí tíma!
Tí heystið, tað líður, og summarið fer.

5. Nú, meðan Guds náði enn yvir tær lýsir,
lat heimin nú fara og bjargaður ver,
trúgv orðinum greiða, sum vegin tær vísir!
Tí heystið, tað líður, og summarið fer.

FavoriteLoadingGoym tekstin