Hoyr, tú máttleysa sál á tí friðleysu leið

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ókendur
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Úr norskum. Týddur 14. februar 1978.

1. Hoyr, tú máttleysa sál á tí friðleysu leið:
Jesus tær ei sigur nei!
Og tú sál, sum í trúnni enn hvíla kanst ei:
Jesus tær ei sigur nei!

Niðurlag: Nei, nei, so sigur hann ei;
Jesus tær ei sigur nei.
Kom til hansara bert!
Kom nú, so sum tú ert!
Aldri hann sigur tær nei!

2. Hoyr, tú sál, sum í iðran til Gud vendir tær:
Jesus tær ei sigur nei!
Ongan syndara rekur hann burtur frá sær;
Jesus tær ei sigur nei!

3. Hoyr, tú sál, sum so tyngd er av synd og av neyð:
Jesus tær ei sigur nei!
Fyri teg, mødda sál, leið hann pínslu og deyð´;
Jesus tær ei sigur nei!

4. Kom, tú blindi og lamni, ja, kom, sum tú ert:
Jesus tær ei sigur nei!
Kom til hansara, kom nú við byrðunum bert!
Jesus tær ei sigur nei!