Hoyr, tú sorgarfulla hjarta

Ludvig Mathias Lindeman
Orð: Óli Reinert
Lag: Ludvig Mathias Lindeman

1. Hoyr, tú sorgarfulla hjarta,
sum av syndini er tungt!
Jesus, hann er ljósið bjarta,
hann kann gera hjartað ungt.

2. Jesus gevur sanna gleði;
hvør vil ikki hoyra tað!
Jesus eigur kraft og megi
til at frelsa teg í dag.

3. Stokkut lívið er á foldum,
lívið skjótt út runnið er;
skjótt vit hvíla undir moldum,
hvat tá nyttar henda verð!

4. Alt av hesi verð meg pínir,
tí alt deyðans merki ber;
hvar tá hvíla tankar mínir?
Burtur í tí nýggju verð.

5. Eina nýggja jørð vit fáa,
tá hin gamla upp er brend;
tá skal deyðin ikki ráða,
sorgin er har ikki kend.

6. Á tí nýggju jørð vit frøast,
lívið ongan enda fær,
aldri vit í stríði møðast,
lukkan varir ævigt har.

FavoriteLoadingGoym tekstin