Hoyra tit, at Harrin kallar

Orð: Grundtvig
Týtt: Salomon J. Joensen

1. Hoyra tit, at Harrin kallar
eymt, sum móðir hon er von.
Vendið bak til syndir allar,
minnist burturfarna son.

2. Hvør ein sál á villum vegi,
ið vil stíga í hans slóð,
hon skal hoyra mál hans egið,
faðirrødd og orð hans góð.

3. Hann jú elskar okkum mikið,
fevnir oss úr móðurfang.
Tár av kinnum verður rikið,
sorg seg broytir um til sang.

4. Búni nýggjur, gyltir ringar
prýða heimkomin og móð,
songur ljóðar, harpa klingar
samfelt alt til gleðiljóð.

5. Himnasongur, harpuljóðið,
frøin stór í himni hátt,
tað alt vísir teimum móðu
til at venda um so brátt.

6. Eyga vend frá skuggadølum
til Guðs stóru himnadýrd,
vend tað móti himnasølum,
júst til tess vit vórðu skírd.

7. Tá Guðs einglar tú gert glaðar,
eydna tín tá við er gjørd.
Sjálvur Guð teg leiðir hagar,
har Guðs børn tey verða førd.

8. Upp seg letur heilsubrunnur,
reitt er Harrans náðiborð,
og tín svári syndarunnur
verður lektur við Guðs orð’.

9. Lív til tína sál vil bera
Jesus, sum teg hevur loyst,
og sum hann er, tú skalt verða,
er tað ikki sálartroyst.

FavoriteLoadingGoym tekstin