Hoyrið Harran hart at rópa

John ZundelVictor Danielsen
Orð: Daniel March
Lag 1: Jens Guttesen
Lag 2: Sidney M. Grannis
Lag 3: John Zundel
Lag 4: Viggo Sanne
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Here am I; send me

1. Hoyrið Harran hart at rópa:
Hvør vil virka nú í dag?
Stórir akrar, lítil manning –
hvør vil skunda sær avstað?
Meistarin á teg nú kallar,
ríka løn hann býður tær;
hvør vil kvikur aftur svara:
Eg skal fara, lova mær?

2. Kanst tú ei um havið fara
út í fremmand, heiðin lond,
heidningar og heiðið myrkur
eru nærri fyri hond.
Eigur tú ei nógv at ofra,
lat hitt lítla, sum tú kanst!
Slíka løn, sum Jesus gevur,
aðrar staðir ei tú vanst.

3. Hevur tú ei einglatungu,
talar tú sum Paulus ei,
tó tú kanst, um bert tú roynir,
vísa onkrum lívsins leið;
kanst tú ei við dómsins toru
skaka bygdir, oyggjar, lond,
onkun falnan kanst tú reisa,
rætta honum kærleikshond.

4. Kanst tú ei sum vaktarmaður
hátt á Zions múri stá,
stórum, smáum, høgum, lágum
lívsins leiðir vísa á,
tú við bønum og við gávum
Harrans arbeið virka kann,
eins og Áron Móses hondum
heldur uppi – ger sum hann!

5. Fekk ein annar høvuðssessin,
unn tú honum hann við frið!
Fingu aðrir størri gávur,
set teg ei við teirra lið!
Um við skelvan hond tín leiddi
eina sál á beinan veg,
skalt tú løn í Himli fáa,
Harrin skal ei gloyma teg.

6. Lat ei hoyrast slíka talu:
Einki virki fyri meg,
meðan mannasálir doyggja,
og tín Harri kallar teg!
Lýð hans orð og far hans vegir,
ger tað verk, hann gevur tær,
svara skjótt, tá Harrin kallar:
Eg skal fara, lova mær!

FavoriteLoadingGoym tekstin