Hoyrið, hvussu Jesus øllum býður

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: William James Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Him that cometh

1. Hoyrið, hvussu Jesus øllum býður,
talar milt til hjørtu, troytt og móð,
kallar á ta friðarleysu mannfjøld,
søtari enn einglaljóð!

Niðurlag: Tann, ið koma vil til mín,
tann, ið koma vil til mín,
tann, ið koma vil til mín,
skal eg aldri koyra út!

2. Arma sál, sum tungar byrðar níva,
gleð teg, her er frelsa stór og frí!
Hjá tær stendur hann, sum væl kann bera
bæði teg og alt títt stríð.

3. Her er lívsins vatn at fá, tú tysti,
maktarleysi, her er vín og breyð!
Ei tín góðska rørdi Harrans hjarta,
nei, tín stóra, djúpa neyð!

4. Tann, sum kemur, fallin, blindur, sligin,
setur seg við Harrans ríka borð,
trýr á Jesu dýra blóð og deyða,
hann skal sanna hesi orð.

FavoriteLoadingGoym tekstin