Hoyrið nú boðskapin gamla um alstóra gleði

Orð: Victor Danielsen
Lag: Henrik Rung

1. Hoyrið nú boðskapin gamla um alstóra gleði,
boðskap, ið geva kann fólkinum lívsmót og megi:
Føddur nú er
Frelsarin sterki, sum ger
Eden á vónleysum vegi!

2. Hoyr tað, tú armi, sum tærdur av ivanum gongur:
Ikki tær nýtist at trilva í myrkrinum longur!
Her kanst tú fá
stillaða djúpastu trá,
ljóða skal slitnaði strongur.

3. Hoyr tað, tú ræðslunnar trælur, sum troyttur manst fjaðka –
deyðræðslan dirvi og vón undir føtur man traðka –
hoyr nú um hann,
sum yvir deyðanum vann,
setti sín fót á hans nakka!

4. Hoyr tað, tú falni, sum alt fyri syndina seldi –
reinleiki, ungdómsvón tærdust í lystanna eldi –
her bøtist alt,
livna skal hjartað so kalt,
brótast skal myrkursins veldi!

5. Hoyr tað, tú iðrandi sál, sum mót dóminum skoðar –
skelvandi tykist tú sjá, hvussu eldurin logar –
fáa tú kann
náði, sum røvarin fann,
hoyr tó, hvat Harrin tær boðar!

6. Hoyrið tað øll! Tykkum øllum er Frelsari føddur;
hoyr tað, tú ungi, og tú, sum ert gamal og møddur!
Lív kanst tú fá,
frelsu og uppreising ná,
frígjørdur verða og grøddur.

FavoriteLoadingGoym tekstin