Hoyrið tey tíðindi, undurfull boð

Friedrich Silcher
Orð: Gerhard Fleischer (1. og 3. ør.) og Árni Jacobsen (2. ør.)
Lag: Friedrich Silcher
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Hörst Du die Botschaft (Hea ye the message that comes from afar)

1. Hoyrið tey tíðindi, undurfull boð:
Stjørna á hválvinum lýsa man so,
skyggir og glampar, so náttin gerst ljós,
lýsir og leiðir til neyðarsligt fjós.
Fegnist og sleppið ei vónini her,
tí har í krubbu ein frelsari er.

2. Hoyrið tey tíðindi, signað og góð.
Aldri skal fána hitt himmalska ljóð,
einglarnir sungu á Betlehems ong:
Boðini dýru um konganna Kong.
Hirðar og vísmenn seg løgdu á knæ,
heilsaðu barninum, tilbóðu tað.

3. Hoyrið tey tíðindi, einføld og greið:
Sonur Guds niður á jørðina steig,
kom til at frelsa og doyggja ein dag,
syndarum vinna ein ævigan stað.
Jarðið alt hatur, á hjørtunum vann,
hoyrið tey tíðindi – trúgvið á hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin