Hoyrir songin tú úr tí gylta stað

Orð: Jennie Johnson
Lag: John R. Sweney
Týtt: Jógvan Tróndheim

1. Hoyrir songin tú úr tí gylta stað?
Hoyrir tú hin glaða song?
Latum okkum bundini binda glað,
tí at tíðin ei verður long.

Niðurlag:
Skjótt heystsins Harra vit skulu sjá,
hans smíl og rødd skulu kenna tá,
ja, skjótt heystsins Harra vit skulu sjá,
tá hann tekur sítt skurðfólk heim.

2. Áh, hin songur ljómar úr gylta stað.
Vári hjørtu styrki hann.
Hesin tónleikur lívgar sál og sinn,
sum vit stríðast, nú dagur rann.

3. Áh, hin songur ljómar úr gylta stað
og tí fagra landi frá,
vit í trúnni vita, at skjótt ein dag
vit við teim skulu syngja tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin