Hoyrir tú tann song, sum lotið ber

Ludwig van Beethoven
Orð: Elsie Duncan Yale
Lag: Ludwig van Beethoven
Týtt: Árni Jacobsen

1. Hoyrir tú tann song, sum lotið ber:
Veldis Gud, veldis Gud,
tá tað millum grøs og blómur fer,
tónar milt og friðsælt: „Veldis Gud.“

Niðurlag: Signað, undurfult lag
skal ljóða allar ævir.
Her á foldum longu byrjar tað:
Veldis Gud, veldis Gud.

2. Hoyrir tú, tá fuglur kátur er:
Veldis Gud, veldis Gud,
ljóðið gjøgnum høga loftið sker,
tónar gleðiliga: „Veldis Gud.“

3. Hoyrir tú ígjøgnum havsins drátt
veldis Gud, veldis Gud.
Fræls er aldan, tá hon vísir mátt,
aftur, aftur sigur: „Veldis Gud.“

FavoriteLoadingGoym tekstin