Hoyrt tú hava manst tá Móses fleyt í Nilen

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hoyrt tú hava manst tá Móses fleyt í Nilen,
hoyrt tú hava manst um Dávids trúgv og mót;
minnast Jósefs sváru roynslur í Egypten,
minnast Jónas, sum teir stoyttu fyri borð!
Og mong onnur eg í Bíbliuni finni,
sum eg sáran leingist síggja hin Guðs Dag,
skjótt, ja, skjótt so síggja vit tey øll,
á, hvat møti verður tað!

Niðurlag: Á, hvat søtt og signað møti verður tað,
á, so undurfult og stórt,
tá vit hittast, á, hvør signað sjón
í Guðs Staði verður tað!
Lambsins sangur ljóma skal sum ljóð av miklum fossadun’,
ljóma so undurfult og blítt;
og Jesus sjálvur leiðir møtið har,
tá vit hittast skýggjum í.

2. Mangt og hvat vit aldri meira skulu minnast,
sum hin troytta her ei meira møða skal;
fyri syndarum ei prædikast skal meira,
sum ei virdu frelsukallið, Guð teim gav!
Tá skal eingin meira syrgja síni kæru,
náttarbønarstríð í ævir tá er av,
hvør ein stúran, byrða horvin er,
á, hvat møti verður tað!

3. Eingin ivafullur verður har at finna,
ei hin trætisjúka finna skalt tú har;
ei hin slatursami meir skal okkum plága,
og hin gírigi ei heldur verður har!
Einans tey, sum merki Guðs á pannu bera
og í hvítum klæðum eru, sleppa inn,
har vit verða klædd í brúðarlín,
á, hvat møti verður tað!

FavoriteLoadingGoym tekstin