Hoyrt vit hava gleðiljóð

Victor Danielsen
Orð: Priscilla J. Owens
Lag 1: William J. Kirkpatrick
Lag 2: Josiah Booth
Lag 3: Ókendur
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Jesus saves

1. Hoyrt vit hava gleðiljóð:
Frelsa frí, frelsa frí!
Ber tey út, tey boð so góð:
Frelsa frí, frelsa frí!
Ber tey yvir villa hav,
tala hvørjum landi í!
Fram! er boðið, Harrin gav –
frelsa frí, frelsa frí!

2. Syng, har bylgjur bróta hátt:
Frelsa frí, frelsa frí!
Rópa inn í deyðans nátt:
Frelsa frí, frelsa frí!
Til hvønn arman syndatræl
fram við hesum boðum stíg –
brátt hin deyði livna skal:
Frelsa frí, frelsa frí!

3. Rópa fram um lóg og boð:
Frelsa frí, frelsa frí!
Við hin troytta tala so:
Frelsa frí, frelsa frí!
Við ta sál, ið sorgir ber,
tala hesi orð so blíð,
sig, har vónin burtur er:
Frelsa frí, frelsa frí!

4. Fram sum stormur fari tað:
Frelsa frí, frelsa frí!
Gleðiboð til hvønn ein stað:
Frelsa frí, frelsa frí!
Ljóði røddir uttan tal,
tagni sorg og tunga stríð!
Sigurssongur ljóða skal:
Frelsa frí, frelsa frí!

FavoriteLoadingGoym tekstin