Hugsa tær, á, hvussu stórt tað er

Orð og lag: Eric Bergqvist
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hugsa tær, á, hvussu stórt tað er
sendiboð Harrans at vera her,
sáa í glataða heimin út
kærleikans Æviga Sáð frá Guð!

Niðurlag: :,:Far, far, sáðmaður far!:,:
Sáa hitt dýra sáðið út,
far, far, sámaður far!

2. Um ikki leiðin tær tykist lætt
er Harrans lyfti tó æviga satt:
Við Míni hond Eg tó leiði teg,
tær gjøgnum oyðimørk vísi veg!

3. Um tú ei fremstur í liði er,
ávøkstur tó í tí stilla ber!
Hann, sum títt verk í tí dulda sær,
bert eftir trúsemi lønar tær!

4. Ert tú “eitt einki”, sum forðum Rut,
ger tó sum hon: far á akurin út!
Kanska júst tú eina sál har fann,
sum annar bróður tín aldri vann!

5. Ikki bert tala og sangur kann
vekja úr syndini syndaran;
nei, mong ein sál kom til trúgv á Guð
av fyrimynd, sum varð livað út!

6. Troyttast ei Orð Guðs at sáa her,
loksins tó offur títt ávøk¬stur ber;
hóast við tárum tú sáa má’,
skalt tú við gleði heysta tá!

7. Skjótt arbeiðsdagur tín enda fær,
heimferðardagurin kemur nær;
møta tú skalt teim, tú Guði vann,
og síggja Kristus – og æra Hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin