Hugskot um Hargaskaldið

Orð: Hans Dalsgaard
Lag: So náddu tey fram
Viðmerking: Yrktur, tá ið Poul F. Joensen doyði á jóansøku 1970

1. Nú stendur tú, Pól,
framman Gylta lið,
nú lokin er líggjamansdystur.
Og Lykla-Pætur, við knyklum í brúm,
studerar títt syndaregistur:

2. “Tú helt mínar “heilagu” menn fyri háð,
ja, speirak mær sjálvan hin Gráa!
Heldur tú sjálvur – ja, álvaratos,
at hús tú hjá okkum kann fáa?”

3. Hann blaðar – og hvøkkur – “Far tú bara inn!”
Og knyklarnir síðka í hvørjum:
“Tað var ikki tú, sum var meinbogi mest,
fyri míni tey smáu í Føroyum!

4. Tað eru teir harðrendu røktingarmenn,
ið beita mær seyðin av haga.
Teir skelka mær sálirnar, sáa út split!
– Seg sjálvar teir gloyma at aga.”

FavoriteLoadingGoym tekstin