Hugur mín

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Dagurin verður til kvøld
kvøldið broytist til nátt
tokudimt veður nú býurin svevur
og gøturnar biða um frið
hugur mín lættir sær á
spakuliga upp frá
sveimar so varliga
út gjøgnum vindeygað
út í myrkrið til tín

Bilarnir dyrgja framvið
uttan mál ella mið
hugur mín speiskliga smílist og treiskliga
heldur hann leiðina fram
fer gjøgnum væl læstar dyr
hann hevur jú verið har fyrr
fer inn í kamar títt
mussar títt andlit blítt
og setir seg við tína song

Øll brøvini eg havi skrivað
eg fái ongantíð svar
tú leggur hornið á tá eg ringi
á, spæl mær eitt syrgiligt lag

Morgunin trokar seg fram
tí morgunin krevur sín mann
– finnur meg smílandi langt undir dýnuni
hugur mín er komin heim
og morgunin verður til dag
dagurin broytist til kvøld
og so kemur náttin
og býurin svevur
og hugur mín lætti sær á

FavoriteLoadingGoym tekstin