Hugveking

Jógvan við Keldu
Orð: Simon Michael Zachariasen
Lag 1: Jógvan við Keldu
Lag 2: C.E.F. Weyse
Lag 3: Vísulag

Føroyingar, landsmenn! Hvar vit koma saman,
lat’ okkum samlast til gleði og gagn;
lat’ okkum tala við skemtun og gaman,
lat’ okkum uppliva Føroyalands sagn.

Væl man tað loyvast, at landinum bjarta,
her hvar vit spældu sum piltar í líð,
goymsla enn veitist í okkara hjarta,
bæði í leiki og gerandis stríð.

Lítið er landið, tó væl ber tað høvur,
fjøllini standa so høg og so stinn;
skurvut tey eru, men grønur er bøur,
fagur er dalur, og føgur er kinn.

Streymurin rennur frá nesi til tanga,
trokar seg inn gjøgnum sund, gjøgnum fjørð;
brimið tað sjóðar um veturin langa,
stormurin leikar um klettar og skørð.

Norðlýsið blaktrar, og ísurin glinsar,
fjøllini skína sum silvur í skál;
hamrarnir prýðast við glerpípufrynsar,
tá hoyrist ljóðfagrast Føroya mál.

Føroyingar, landsmenn! Vit málið ei gloyma,
hvar vit so ferðast í bygd ella stað,
altíð í barmi vit trúfast tað goyma,
rópið tí øll nú eitt fýrfalt “Hurrá!”.

FavoriteLoadingGoym tekstin