Hundalív

James Olsen
Orð og lag: James Olsen

Nú so skal eg siga tær,
onkur hevði stolið ærina hjá mær,
eg leitaði leingi til eg hana fann,
hon lá í songini hjá Johan.
Áh, hundalív…

Næsta morgun breyt kúgvin út,
so mátti eg lána mjólkina frá Knút’,
hon var so súr, at eg nær fekk spatt
nú má eg eta mín gamla hatt.
Áh, hundalív…

Triðja dagin var konan vekk,
eg oman til Niels Paula gekk,
hon aftanfyri hurðina stóð,
hon segði tað ikki, men hon var ógvuliga flóv.
Áh, hundalív…

Fjórða dagin fór kettan avstað,
síðani hevur eingin hana sæð.
Gott at eg havi hundin her hjá mær,
hann eitur Hans Oluf, men burdi itið Snar.
Áh, hundalív…

Fimta dagin stóð illa til,
skuldi hava ein traktor, men fekk ein brandbil,
ikki kann hann brúkast til at plógva mína jørð,
men kanska kann hann brúkast til at fylla baðikør.
Áh, hundalív…

FavoriteLoadingGoym tekstin