Hundur mín Kingoson

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Steintór Rasmussen og Ingi Isaksen

1. Í morgun eg við hundinum fór djóralæknan til.
Kingoson er gamal og hevur mist sítt skil.
Hann hoyrir ikki postboðið, kettur fáa frið,
tá hann tekur móti mær, ei halin letur við.

2. Djóralæknin spurdi um aldur og um kost.
Um hann hyggur eftir tíkum og dámar Pedda Post.
Frá baklabba til snúta, kannaður hann varð,
læknin gav sær góða tíð, so kom hetta svar:

3. Hundur tín er gamal, hevur gikt og nýrastein,
men á Argjum er júst opnað eitt djóraellisheim.
Útfyll hesi pappír, og hundur tín fær song.
Eg haldi ikki bíðitíðin, hon kann vera long.

4. Eg aftur fór til húsa og Kingoson við mær,
og tríggjar vikur seinni á ellisheim hann bar.
Mín gamli, sløvi vinur við labbanum nú kom.
Eg vitji teg hvønn sunnudag, mín góði Kingoson.

5. Nei, ikki skal eg gloyma teg, besti vinur mín.
Og eisini onkran seinnapart eg hyggi inn til tín.
So ganga vit ein góðan túr og minnast farna tíð.
Tá vit spældu bólt á bønum og beistaðust í líð.

FavoriteLoadingGoym tekstin