Hundurin brúni

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Í einum túni
situr hundurin Brúni
hann tivar av møði
og honum vantar føði

… men í eini stovu
situr húsbóndin Ovi
hann heldur um búkin
tí hann er ov slúkin.

Brádliga húsbóndin segði
– ger so væl og rætt mær breyðið.
Hoyr eitt róp frá einum vini
– kona rætt mær margarinið
smurdi breyðið góða løtu
bað so um at fáa kjøtið
hugdi upp og síðan mælti
– at nú mangli eg bert saltið.

Meðan hundurin Brúni
goyr so eymliga í túni
regnið bloytir skinnið
og svongdin pínir sinnið.

Sita tvey og eta rækjur
laks og aðrar feitar sakir
heitan rætt av besta slagi
so at vælnøgdur gerst magi
borðið fylt við góðum kosti
minst tíggju sløg av góðum osti
og ein flott sjampanjufløska
ið man væl til máltíð hóska.

Men hundurin Brúni
situr enn í bóndans túni
hvussu leingi skal hann sita
áðrenn hann fær nakran bita.

FavoriteLoadingGoym tekstin