Hvaðan kemur regnið

Rói PaturssonAnnika Hoydal
Orð: Rói Patursson
Lag: Annika Hoydal

hvaðan kemur regnið
hvaðan kemur regnið
úr neðra
kemur regnið

hvagar rennur áin
hvagar rennur áin
til himmals
rennur áin

hvar skalt tú sova
hvar skalt tú sova
hjá henni
skal eg sova

hvar skal eg sova
hvar skal eg sova
hjá ongum
skalt tú sova

hvaðan kemur myrkrið
hvaðan kemur myrkrið
úr erva
kemur myrkrið

hvat skal eg droyma
hvat skal eg droyma
um meg
skalt tú droyma

FavoriteLoadingGoym tekstin