Hvar enn í hesum heimi tú so vendir tær

Orð og lag (1990): Kajfinn Hammer

1. Hvar enn í hesum heimi tú so vendir tær
sorg og neyð tú sær,
um heimin víða hvar
tær møtir einans ein tung og døpur sjón,
sig, eigur mannaættin onga vón?

Niðurlag: Halleluja, her vellir fram ein flóð
rein og djúp og klár,
Hon reinsar hjartans sár!
Halleluja, tann flóð er Jesu blóð,
Hon reinsar teg frá tí, sum niður dró.

2. Á, særda sál, sum her sviðan kenna fekk,
lívsins tunga stríð,
ynskir gerast frí
frá øllum tí, sum her lívið á teg dró,
á, kom og drekk av Lívsins reinu flóð.

3. Tá sjúka inn yvir lív títt skolar hart,
vónloysi og trá
harðast leikar á,
við stúran tú móti morgindegnum sært,
mót niðurløgum meir ei fært teg vart.

4. Hoyr skaran hin, sum av hjarta syngja man
um Jesus Frelsaran,
sum tey við blóði vann,
við loystum tungum her um blóðið tað, sum rann
á Golgata, víst samfelt syngja kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin