Hvar er at finna fornaldarbrøgd

Símun av Skarði
Orð: Símun av Skarði
Lag: J.P.E. Hartmann

1. Hvar er at finna
fornaldarbrøgd?
Ei man meg minna
søgan varð søgd.
Hví er so vorðið?
Verkið og orðið
– eru í gloymsku tey løgd.

2. Spurdu so mangir
menn her um leið.
Dagarnir langir
svaraðu ei.
Tøgn var um landið,
eykaðist vandi,
sárt tað at hjartanum sveið.

3. Mangur ein maður
tungur ú lund
trúði ei dagur
lýsti á sund,
gav ikki gætur,
andar so mætir
komnir tá vóru á fund.

4. Birtist á fundi
ljósið so bjart,
lætti av sundi
myrkrið so svart.
Reis tá upp dagur
ljómandi fagur.
Kvæðið tá dundi so hart.

5. Hvar tú enn hyggur,
fagurt og frítt
landið enn liggur,
lokkandi blítt.
Hug mín tað dregur,
hjartað mítt hevur
landið, sum mítt er og títt.

6. Unglingaflokkur,
vónríka lið!
varðveitir okkar’
føroyska sið,
goymir í barmi,
bjargar úr harmi
málið og søguna við.

7. Føgur í Føroyum
sund og so fjøll!
Grøðast í hvørjum
sárini øll.
Kvøða vit kvæðið,
kunnugt gerst lagið
bæði í smáttu og høll.

FavoriteLoadingGoym tekstin